Fyrsti filmur í Filmsfelagnum í nýggja árinum er "Nosferatu".
Hetta er fjórði filmur, sum amerikanski ræðufilmsmeistarin, Robert Eggers (f.1983), letur úr hondum. Hann hevur fyrr gjørt "The Witch" (2015) og "The Lighthouse" (2019), sum á okkara leiðum vann bæði Robert- og Bodilvirðislønina, og søguliga filmin "The Northman" (2022), ið hann skrivaði saman við íslendska Sjón.
Fremsta eyðkennið og næstan vørumerkið fyri Eggers er, at hann hevur vunnið Bram Stoker virðislønina.
Heri Reynheim fer at innleiða sýningina við "Nosferatu" mikudagin 8. januar, skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.
Nýggi "Nosferatu" hevur klassiska filmin frá 1922, "Nosferatu - eine Symphonie des Grauens", hjá týska leikstjóranum, F.W. Murnau (1888-1931), sum fyrimynd. Báðir byggja á søguna "Dracula" (1897) hjá írska Bram Stoker (1847-1912).
Willem Dafoe, sum var við í "The Lighthouse" og "The Northman", er aftur við í nýggja Eggers filminum "Nosferatu".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald