Uttanlands

Novo Nordisk setur fyibils ikki fleiri fólk í starv

Ikki uttan so tað er alneyðugt. Hetta er heimsumfatandi og kemur í kjalarvørinum av nógvum órógvi kring størstu donsku heilivágsfyritøkuna, sum hevur umleið 80.000 starvsfólk í 80 ymiskum londum. Uppsagnir eru ávegis

Miðladeildin hjá Novo Nordisk váttar í dag fyri Berlingske, at felagið hevur sett eitt sonevnt

Miðladeildin hjá Novo Nordisk váttar í dag fyri Berlingske, at felagið hevur sett eitt sonevnt "ansættelsesstop" í verk

2025-08-20 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Novo Nordisk hevur havt nógvar avbjóðingar seinastu tíðina. Danska risafyritøkan hevur skift stjóra, hevur havt eitt partabræv ið kavar nógv og niðursett fíggjarligu vánirnar fyri 2025.

Nú, nakrar dagar áðrenn eina risastóra, og dýra, veitslu fyri starvsfólkunum í Danmark, kemur eitt nýtt átak;

Miðladeildin hjá Novo Nordisk váttar í dag fyri Berlingske, at felagið hevur sett eitt sonevnt "ansættelsesstop" í verk

Hetta er galdandi fyri allar møguligar setanir, fyriuttan tær sum eru "kritiskt neyðugar", og tað er heimsumfatandi.

Leys størv eru spakuliga horvin seinastu tíðina, og nú verða bremsurnar so at siga høgdar í. 

[object Object]
Ringa gongdin á partabrævamarknaðinum

Novo Nordisk hevur í løtuni umleið 80.000 starvsfólk kring heimin - í 80 ymiskum londum. Yvirskotið var í fjør yvir 101 milliard krónur, so tað hevur heldur ikki gingið verri enn so.

Tó er framvegis niðurgongd, og bæði gamli stjórin og tann nýggi, Mike Doustdar, hava ávarað um starvsfólkaniðurskurð.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder