Uttanlands

NRK: Biden vil hava Stoltenberg at halda fram

Norski miðilin NRK sigur seg vita frá dulnevndum keldum, at Joe Biden á fundi við Jens Stoltenberg heitti á hann um at halda fram sum Nato-aðalskrivari

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari og Joe Biden, forseti í USA (Mynd: EPA)

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari og Joe Biden, forseti í USA (Mynd: EPA)

2023-06-17 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norski miðilin NRK, sigur seg hava fingið at vita frá dulnevndum keldum, at amerikanski forsetin Joe Biden á fundi við Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivara heitti á hann um at halda fram, hóast hann hevði ætlanir um at gevast í heyst.

Orsøkin sigst at vera, at tað ikki hevur verið møguligt at finna nakran annan, sum hevur breiða undirtøku millum Nato-limalond, og tað er neyðugt við undirtøku frá øllum limalondunum, tá ein nýggjur leiðari skal veljast.

Eisini skal Biden hava víst á, at tað, nú kríggj er í Ukraina, ikki er tíð til, at óvissa er um, hvør skal standa á odda fyri Nato. Harafturat er tað enn ógreitt, hvussu verður við møguliga Nato-limaskapinum hjá Svøríki.

Jens Stoltenberg hevur sitið sum Nato-aðalskrivari síðan 2014. Hann hevur sitið í tvey fýraáraskeið, og í fjør longdi hann sína embætistíð við einum ári orsakað av krígnum í Ukraina.

Stoltenberg hevur fleri ferðir sagt, at hann ætlar at gevast í heyst, og at hann ongar ætlanir hevur um at leingja sína embætistíð eina ferð afturat. Men fyrradagin segði hann tó, at tað er upp til Nato-limalondini at avgera framtíð hansara.

Í juli verður Nato-toppfundur í litavska høvuðsstaðnum Vilnius, har avgerð skal takast um, hvør verður Nato-aðalskrivari komandi tíðina.

Les eisini: Stoltenberg: Nato-londini avgera mína framtíð

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder