Innanlands

Nú ávirkar veðrið samferðsluna

Hann herjar á aftur við stormi av útsynningi í dag

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2020-01-07 08:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftir eina lutfalsliga friðarliga nátt, versnar veðrið aftur í dag. Eitt nýtt lágtrýst er á veg, og vit kunnu vænta nógvan vind í dag av útsynningivestri og útsynningi upp í storm og í hvirlunum kanska ódn.

Og veðrið ávirkar nú eisini samferðsluna. Strandferðslan boðar frá, at Smyril siglir bert ein túr í dag. Hann fór av Krambartanga klokkan 7 í morgun, og fer ikki av Havnini aftur fyrr enn klokkan 16.

Sildberin siglir ikki til Skúvoyar í dag.

Fleiri bussleiðir eru nú støðgaðar. Hetta er galdandi fyri 700 og 701 í Suðuroy, 500 og 504 í Norðuroyggjum, 100 og 101 á Streymoynni, flogrutuna, leið 300, klaksvíksturuna, leið 400, og 200, 201 og 202 í Sundalagnum.

Flogferðslan er ikki ávirkað av veðrinum, enn. Bert fýra fráferðir og komur eru í dag. Flogfarið til Gran Canaria er farið, og fyrsta flogfarið til Keypmannahavnar ger seg til at fara.

Fylg veðrinum her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder