Møguleiki er nú aftur at søkja um stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn.
Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í Felagsgrunnin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn, ið hevur til endamáls at veita fíggjarligan styrk til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Tiltøk, har allir tríggir býir taka lut, hava fyrimun.
Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg og onnur, sum halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið.
Umráðandi er, at nýta umsóknarblaðið, og at svara so gjølla sum til ber, tá ein søkir.
Umsóknin, sum kann sendast antin umvegis teldupost ella sum vanligt bræv, skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi 1. apríl.
Grunnurin Nuuk, Reykjavík og Tórshavn hevur fund í mai, har støða verður tikin til, hvør fær stuðulin.
Meira kunning um stuðulin fæst á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald