Innanlands

Nú ber aftur til at søkja um stuðul til ferðavinnumenning

Søkjast kann um stuðul til ferðavinnumenning hjá Visit Faroe Islands

2019-05-15 14:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú ber aftur til at søkja um stutul til ferðavinnumenning.

Endamálið við stuðulsskipanini er at birta undir og stuðla vinnuligum átøkum innan ferðavinnu, ið stuðla menningini av eini ábyrgdarfullari og burðardyggari ferðavinnu kring alt landið. Stuðulin verður latin til at seta nýggj góðskutilboð og átøk innan ferðavinnu í verk.

Tað ber tó ikki til at fáa stuðul til íløgur ella rakstur.

Øll hava møguleika at søkja um stuðul, um treytirnar eru loknar, tað verði seg einstaklingar, fyritøkur ella felagsskapir. Sí meira um treytirnar á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.

Umsókn skal sendast Visit Faroe Islands í góðari tíð áðrenn tiltakið byrjar. Umsóknarfreistin er mánadagin 3. juni.

- Visit Faroe Islands

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder