
Týsdagin í komandi viku – 24. august – ber til at verða koppsettur fyri koronu í Skótahúsinum í Runavík.
Talan er um støkk inn-koppseting millum klokkan 16 og 18, upplýsa Runavíkar kommuna og Sjúkrahúsverkið í tíðindaskrivi.
Hetta merkir, at tað ikki er neyðugt at bíleggja tíð frammanundan. Tað ræður bert um at møta á staðnum, og snýr tað seg um at fáa seinna prikið, skal gula koppsetingarkortið takast við á staðið.
Klaksvíkar Sjúkrahús og Runavíkar kommuna hava samskift um átakið, og endamálið er fyrst og fremst at gera tað meiri ómakaleyst hjá fólki í økinum at koma framat møguleikanum at verða koppsettur, og somuleiðis er endamálið sjálvandi eisini at medvirka til at røkka so nær samfeldari samfelagsligari floksverju sum gjørligt, verður upplýst.
Um talan er um seinna prikið, skal havast í huga, at í minsta lagi 21 dagar skulu ganga millum prikini.
Ungdómar millum 12 og 15 ár kunnu nú eisini koppsetast, somuleiðis barnakonur og kvinnur, ið geva bróst.
Í førinum við teimum 12-14 ára gomlu skal kortini ein fylgjari (foreldramyndugleiki) geva samtykki til, at barnið kann verða koppsett og vera hjástaddur undir koppsetingini. Hetta er tó ikki neyðugt, tá barnið fær seinna prikið, um samtykki varð givið til bæði prikini fyrstu ferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald