
Í hesari vikuni er møguligt at atkvøða fyri Ársins útvarpshitti fyri 2021.
Í fyrstu syftu eru 60 sangir í uppskoti. Vanligt er, at hetta verður skorið niður til tíggju sangir - eftir hvussu atkvøðurnar hava verið fyrstu dagarnar - og úttfrá hvussu atkvøðurnar síðani eru, verður vinnarasangurin kosin.
Ársins útvarpshitt 2020 var Lítli Fuglur hjá Lív Næs og Tróndur Enni.
Til ber at atkvøða á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, har til ber at hoyra allar sangirnar í stuttum. Talan er um sangir, ið føroyskir einstaklingar ella bólkar hava gjørt og framføra, og sum hava verið nógv frammi síðsta árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald