Ársins útgáva av tónleikakappingini Sement verður í apríl, og nú ber til hjá tónleikarum at melda seg til kappingina.
Freistin at melda seg til Sement 2022 er 1. mars klokkan 12. Innleiðandi umførini í kappingini verða 9., 16. og 23. apríl, og finalan verður 30. apríl.
Treytirnar fyri at luttaka á Sement eru soljóðandi:
- hvør bólkur hevur 15 minuttir á pallinum
- øll løgini skulu vera egin løg og ikki útgivin áður
- tónleikarar kunnu spæla í trimum bólkum men bert tveir tónleikarar kunnu ganga aftur í somu bólkum
- bólkur, ið áður hevur vunnið Sement, sleppur ikki at luttaka
Fyriskiparar leggja afturat í tíðindaskrivi, at vinningarnir verða enn betri enn seinasta ár. Hvat hetta inniber, er tó ikki upplýst, men undanfarin ár hava vinnarar m.a. vunnið tíð í upptøkustudio.
Tey, ið ynskja at melda seg til Sement 2022 kunnu gera tað á heimasíðuni hjá Tórsgøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald