
Tað eru nógv ymisk vevmyndatól upp kring Føroyar, ið vísa yvir ymiskt og millum annað hjálpa til at geva eina hylling av koyrilíkindum og øðrum.
Summi dáma eisini væl at síggja tey ymisku støðini í landinum og kanska serliga tey, ið ein hevur tilknýti til.
Vestmanna kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at fleiri hava saknað at síggja vevmyndir úr Vestmanna - serliga fólk ið hava tilknýti til bygdina.
Hetta er nú nakað gjørt við, tí í gjár vórðu vevmyndatól sett upp ovarliga í bygdini.
- Vestmanna kommuna hevur í dag sett vevmyndatól upp. Við hesum ber til at síggja vakra útsýnið av bygd okkara.
Til ber at síggja Vestmanna niðast í stubbanum her. Eisini er ein nýggj undirsíða gjørd á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu: vestmanna.fo/vevmyndir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald