
Nú ber aftur til at søkja um stuðul til náttúru-, umhvørvis- og veðurlagsverkætlanir frá norðurlendsku arbeiðsbólkunum undir umhvørvis- og veðurlagssamstarvinum hjá Norðurlendska ráðharraráðnum.
Arbeiðsbólkarnir stuðla á hvørjum ári verkætlanum, sum yvirskipað snúgva seg um at steðga missinum av lívmargfeldi, tillaging til veðurlagsbroytingar og burðardygga nýtslu av náttúru á landi og havi. Endamálið er at fremja visjón 2030 um, at Norðurlond skulu vera heimsins burðardyggasta øki við at íverkseta Samstarvsætlanina fyri Umhvørvi og Veðurlag 2019-2024, skrivar Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi.
Tað ber til at søkja um stuðul innan lívmargfeldi; hav og strond; umhvørvi og luft; og kemikaliu, umhvørvi og heilsu.
Fyri at fáa stuðul frá norðurlendsku arbeiðsbólkunum eru nakrar av treytunum, at verkætlanin hevur norðurlendskan áhuga og luttøku úr minst trimum Norðurlondum.
Freistin at søkja um fígging til verkætlanir í 2024 er fríggjadagin 9. juni 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald