2023-04-12 15:54

Nú ber aftur til hjá einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul til viðarvøkstur.
Umhvørvismálaráðið umsitur eina játtan á 800.000 krónur, sum hevur til endamáls at stuðla viðarvøkstri til tess at fríðka um lendi, skapa lívd og rekreativ økir, umframt at verja ímóti jarðarmáan.
Freistin at søkja um stuðul er fríggjadagin 28. apríl, skrivar Umhvørvismálaráðið. Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald