Innanlands

Nú bragdaði hjá Norrønu

Skipið hevur ligið og krokað eystur úr Mjóvanesi síðani í morgun, men legði fyri løtu síðani at í Havn

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-20 15:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Norrøna, sum hevur ligið og krokað eystur úr Mjóvanesi síðani í morgun, legði fyri løtu síðani at í Havn.

Veðrið var so mikið ringt í morgun tá Norrøna kom úr Danmark, at tað ikki bar til at leggja at. Eftir ætlan skuldi Norrøna leggja at klokkan 7:30, men ikki fyrr enn nú hon nærkast hálvgun fýra, eydnaðist at leggja at.

Sambært ferðaætlanini á smyrilline.fo verður Norrøna liggjandi til hósdagin 23. februar klokkan 20, tá kósin aftur verður sett móti Hirtshals.

[object Object](Skíggjamynd: Marinetraffic.com)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder