2019-02-12 15:54
Nú byrjar fyribyrgjandi og heilsustimbrandi ergoterapi aftur í FIMI. Næsta skeiðið byrjar 5. mars. Tilboðið er til teir borgarar, sum eru 67 ár ella eldri og borgari í Tórshavnar Kommunu.
Fyribyrgjandi ergoterapi samantvinnar kropsligu, sálarligu, sosialu og fatanarligu førleikarnar. Vant verður týsdag og hósdag fyrrapart í 10 vikur í FIMI í Gundadali.
Endamálið við fyribyrgjandi ergoterapi er at stuðla undir og fremja góða heilsu, at økja kropskensluna, at økja lívsgóðskuna, at lætta um gerandisdagin, og at viðlíkahalda sosialu førleikarnar, skrivar Tórshavnar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald