Innanlands

Nú byrja samfelagsmøtini í Badmintonhøllini í Klaksvík

Á hvítusunnu bjóðar samkoman í Betesda til samfelagsmøtir í Badmintonhøllini í Klaksvík frá leygardegnum til mánadagin

2025-06-07 13:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á hvítusunnu bjóðar samkoman í Betesda til samfelagsmøtir í Badmintonhøllini í Klaksvík frá leygardegnum til mánadagin hvítusunnudag við fjølbroyttari luttøku, bæði í sangi og boðskapi. Samstundis verður KÍ-høllin opin til børnini at hugna sær í.

Á skránni fyri leygardagin eru hesi møti og tiltøk:

Kl. 16 verður fyrsta møtið í Badmintonhøllini, har Sangbólkurin Vitin fer at syngja, og Arni Zachariassen og Gunnar Nielsen fara at tala.

Kl. 19 er møti við luttøku av kórinum í Siloa í Fuglafirði. Talarar verða Tórheðin Jónsveinsson Jensen og Monika Sharp, og Sára Jacobsen og Helena Johannesen hava vitnisburðar.

Kl. 21:30 byrjar ungdómsmøti í Badmintonhøllini, har Jóan Magnus Gunrim talar, og vitnisburðar verða frá Jógvan Páll Steinberg og Silas B. Andreasen. Naomi P. Sivertsen fer at syngja.

Kl. 00:30 verður opið hús í Betesda.

Vegna landsdyst, sum Føroyar spæla á vøllinum við Djúpumýru leygardagin, er Jógvan Waagsteinsvegur stongdur leygardagin frá kl. 08:00 til kl. 20:00. Av hesi orsøk er eingin parkering á parkeringsøkinum norðan fyri KÍ-høllina, meðan møtini eru í Badmintonhøllini kl. 16:00 og kl. 19:00. Samkoman hevur ábyrgdarfólk uttan fyri hallirnar í sambandi við samfelagsmøtini, sum vegleiða fólki at finna parkeringspláss, tá møtini eru.

Betesda

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder