Tær hava ferð eftir ferð verið útsettar, men nú byrja tær endiliga – upptøkurnar til nýggja serliga partin av hitsjónvarpsrøðini "Friends".
Tað var á vetri í fjør, at HBO boðaði frá ætlanini um at framleiða ein nýggjan part av amerikansku røðini um tey seks vinfólkini í New York, men orsakað av koronu mátti framleiðslan útsetast.
Sambært miðlinum Hollywood Reporter byrja tey at taka upp hesa vikuna. Upptøkurnar verða gjørdar í Burbank í Kalifornia.
"Friends" koyrdi í sjónvarpinum í árunum 1994 – 2004, og allir høvuðsleikararnir verða aftur at síggja í leiklutunum sum Ross (David Schwimmer), Joey (Matt LeBlanc), Chandler (Matthew Perry), Rachel (Jennifer Aniston), Monica (Courteney Cox), og Phoebe (Lisa Kudrow).
Nýggi parturin verður tó ikki eins og hinir. Einki handrit er gjørt til sendingina, og talan er, sum skilst, um okkurt, sum minnir um eina prátsending um sjálva sjónvarpsrøðina.
Enn er ikki greitt, nær nýggi parturin verður at síggja á HBO Max, sum nú eigur stroymingarættindini til "Friends". Upprunaliga ætlanin var, at parturin skuldi gerast tøkur í mai í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald