Innanlands

Nú er aftur sunnudagsskúli í Oyndarfirði

Tað hevur tað ikki verið í umleið tjúgu ár. Tórun Poulsen hevur tikið stig til tað

Missiónshúsið í Oyndarfirði (Mynd: trubodin.fo)

Missiónshúsið í Oyndarfirði (Mynd: trubodin.fo)

2024-09-26 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagsskúlin í Oyndarfirði tók seg upp í bygdini í 1921. Tann, sum fyrst fór at halda sunnudagsskúla, var Magnina Eidesgaard. Fleiri komu henni skjótt til hjálpar. Í gomlum skjølum sæst, at í 1935 hava verið 4 sunnudagsskúlalærarar við 35 børnum.

Trúboðin skrivar á heimasíðu sínari eitt sindur um søguna hjá sunnudagsskúlanum í Oyndarfirði.

- Í fyrstani varð hetta nevnt barnamøti, og tey hildu til í køkinum hjá Magninu. Seinni fóru tey í skúlan, har eisini missiónsmøtini vóru hildin.
Tá ið missiónshúsið varð bygt og vígt í oktobur mánaði í 1945, vóru missiónsmøtini og sunnudagsskúlin fluttir hagar.

Seinastu umleið tjúgu árini hevur eingin sunnudagsskúli verið í bygdini, men nú er vend komin í.

Trúboðin skrivar, at tað er Tórun Poulsen, sum fyri fýra vikum síðani tók stig til at byrja aftur við sunnudagsskúla í missiónshúsinum í bygdini. Afturat sær fekk hon Ingeborg Klein at hjálpa við sanginum.

– Mítt ynski er, at boða børnunum tað góða orðið um Jesus og læra tey sangirnar vit syngja í sunnudagsskúlanum, sigur Tórun.

Sunnudagsskúli er hvønn sunnudag klokkan 14.30, og tey eru 9 børn. Tey eru frá 2 til 9 ára gomul. Eisini eru vitjandi og nøkur foreldur koma við børnunum.

Ætlanin er eisini at byrja aftur við barnaringi, sigur Tórun Poulsen.

Í dag vísir fólkayvirlitið, at tað búgva umleið 120 fólk í Oyndarfirði. Barnatalið hevur verið minkandi í nógv ár.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder