18. til 22. februar eru Torradagar aftur á skrá. Klaksvíkar kommuna hevur nú latið eina fyribils skrá fyri dagarnar.
Spinnaríið
Fleiri av tiltøkunum í ár verða í nýumvælda Spinnarínum. Annað sum merkir skránna er, at Norðoya Sparikassi verður 100 ár í ár, og hevur í hesum sambandi ymiskt á skrá, samstundis sum Torradagar eru.
Í hesum sambandi verður ein forvitnislig seðla- og myntframsýning hjá Eyðálvi Gulklett sýnd fram – Her eru m.a. myntir líka frá 1572 at síggja. Tað er frá tíðarskeiðnum tá Magnus Heinason (1548-1589) livdi. Somuleiðis eru myntir frá kong Christian V - (1646 - 1699), sum var kongur av Danmark og Norge 1670 - 99. Enntá eru eisini myntirnar at síggja, sum S. P. Petersens Eftf. (1929) og J. F. Kjølbro (1930) brúktu. Her verða eisini tey 7 stemplini at síggja, ið Kjølbro nýtti til at gera hesar myntir.
Norðoya Sparikassi hevur okkurt á skrá hvønn mánaða í árinum. Tí hava teir lagt teirra skrá í februar, uppat skránni á Torradøgunum við ymiskum tiltøkum. T.d. sigur Finn Kjølbro frá søguni um Spinnaríið og Turkaríið hjá Kjølbro, mánakvøldið 18. februar kl. 19.30, har eisini verður boðið til saltfiskabrellbitar frá Kósini
Fiskivinnutingið
Fasti tátturin, Fiskivinnutingið, verður aftur á skrá, har allir flokksformenn á tingi eru bodnir við. Tikið verður samanum fiskivinnulóggávuna og verður Fiskivinnuting á Skúlatrøð í Klaksvík, mikudagin 20. februar kl 19. Kjakið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum. Vertir eru Beinta Løwe og Jón Brian Hvidtfeldt.
Hugnaløtur í Smæruni
Eisini verða ymsar hugnaløtur í Smæruni við m.a. Alfred Olsen sum greiðir frá um Dannebrogsmannin. Jonnu Johannessen, ættað av Hellunum, greiðir frá uppvøkstri sínum, og um tíðina í Føroyingahavnini, tá ið føroyingar vóru formenn á Nordafar-bátunum, tá hon starvaðist tá á Sjómansheiminum í Føroyingahavni.
Nýggja Sjómansheimið í Føroyingahavnini varð vígt í 1958, av Jóhan Nielsen, presti og arbeiddi Jonna hetta árið á Sjómansheiminum og eisini í 1963. So her verða onkrar áhugavedar søgur sagdar og sjálvandi eisini serstakar myndir frá teirri tíðini.
Hósdagin 21. februar kl. 10.00 verður Torrakafé í Betesda, har Levi Joensen greiðir frá sjólívi sínum og Vitin syngur – Eisini verður boðið til kaffi og sangløtu við sjómanssangum eftir framløguna.
Søgur av Flemish Kap
Hóskvøldið í Torravikuni verða ”Søgur av Flemish Kap” aftur á skrá, við framløgum og práti við sjómenn, sum hava verið á Flemish Kap. Mortan Johannesen, hjá Andreasi í Hvannasundi greiðir frá fiskiskapi við trolara í Golfinum, og at teir ofta høvdu post og annað við til bátarnar á Flemmich Kap.
Í sambandi við ”Søgur av Flemish Kap” greiðir Sigmar Bláberg, rithøvundur frá við støði í bók síni ”Stállínuskipini í aðra vinnu 1962-64”. Eisini greiða Thormund Johannesen og Sigmar Bláberg frá fiskiskapi teirra við línibáti á Flemmish Kap, tá ið teir vóru ungir.
”Eta Putin og Trump fisk”?
Hetta er heiti á serstakari framløgu, sum verður í Spinnarínum leygardagin 23. februar kl. 15. Tað er kendi tíðindamanninum hjá DR, Steffen Gram, sum hugleiðir um týdninginum av og fortreytir fyri fríari marknaðaratgongd hjá Føroyum.
Alla Torravikuna er listaframsýning við Finleif Mortensen, listamanni í Posthúskjallarin – á Gamla Seglhúsinum sýnirlistakvinnan, Hansina Iversen fram egin verk.
Atantis hevur serliga filmsskrá í Torravikuni, har m.a. filmarnir hjá Zacharis Hammer, “Línumenn” og “Trolmenn” verða sýndir.
Leygardagin er Heilsukáfé, Torrarenning og Matiné á skrá og eisini rúm skrá á Spinnarínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald