Innanlands

Nú er ikki hættisligt í Fuglafirði

Vindurin minkaður og pláturnar frá bygninginum hjá Vónini festar

(Savnsmynd: J&K Petersen)

(Savnsmynd: J&K Petersen)

2018-12-18 16:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nýggi bygningurin hjá Vónini í Fuglafirði hevur fingið stóran skaða í nógv vindinum í dag.

Nakað eftir klokkan 14 heitti løgreglan á borgarar í Fuglafirði at halda seg inni, tí fleiri 8 metrar langar plátur vóru rivnar av bygninginum og fuku í nógva vindinum.

Vindurin er nú minkaður, og pláturnar eru festar, so støðan er ikki vandamikil meira, sigur Johan Clemetnsen, sløkkiliðsleiðari í Fuglafjarðar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder