Pallarnir eru klárir, og økið er gjørt klárt til at taka ímóti mongu gestunum.
Seinasta samdøgrið hevur verið rokaligt í miðbýnum í Havn, tí fyrireikingar til Tórsfest seta sín dám á býin. Nógv fólk hjálpa til við at seta básar, pallar, ljóðútgerð, trygdarútgerð o.t. upp, men nu er klárt til konsertdagin.
Atlantic Airways hava flogið útlendsku tónleikararnar til Føroya, og teir síðstu útlendsku tónleikararnir lenda eftir ætlan klokkan 13:40.
Veðrið sær sera lovandi út, so alt bendir á at karmarnir til Okkara Tórsfest vera framúr góðir, tá bólkar sum Icona Pop, Carpark North, Burak Yeter, Smokie, Danny & The Veetos, Burhan G og onnur fara at framføra tónleik í serflokki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald