Nú sprongdir eru 9.176 metrar av teimum 11.250 metrunum, er boriliðið komið niður á lægsta stað í tunlinum.
Í síðstu viku vórðu sprongdir 119 metrar í alt, og komið er niður á lægsta stað í tunlinum, sum er miðskeiðis í Tangafirði. Hetta er 189 metrar undir vatnskorpuni. Farið verður nú undir at spreingja hin seinasta av fimm brunnum til vatn, sum lekur inn í tunnilin.
58 metrar sprongdir frá Hvítanesi, og í alt eru nú sprongdir 4.452 metrar frá Streymoyarlandinum.
Frá Rundkoyringini og móti Hvítanesi vórðu sprongdir 23 metrar. Á hesum teininum eru sprongdir 1.577 metrar. Sprongt hevur eisini verið fyri einum pumpubrunni.
Frá rundkoyringini og móti Rókini vórðu sprongdir 37 metrar. Har eru í alt sprongdir 1.522 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald