2019-02-25 13:01
Løgreglan hevur nú tikið upp aftur leitingina av manninum, sum hvarv úti í Fugloy tann 1. januar.
Útvarpið sigur, at løgreglan leitar við hundum og við staðkendum fólki.
Enn eru nøkur pláss, har ikki hevur borið til at leita nóg væl, tí at ov illa hevur viðrað.
Fólk fóru við hundum og útgerð út til Fugloynna við tyrlu tíðliga í morgun. Leitað verður so leingi sum ljóst er.
Løgreglan upplýsir, at tá leitingin er av verður neyvan leitað meir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald