Innanlands

Nú er ruddað og hampað í Nólsoy

Vøllurin byrjar at líkjast einum vølli aftur

2020-03-19 20:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stormurin um mánaðarskifti fór illa við millum annað Nólsoynni  

Ógvsliga brimið gjørdi, at vøllurin og økið kring vøllin í Nósloy fór illa.

Les eisini: Stórar kreftir í gongd í Nólsoy
                 -Soleiðis sær fótbóltsvøllurin út í morgun (2 mars)

Umboð frá Tórshavnar kommunu komu út at hyggja eftir skaðunum, og nú hava tey ruddað og hampað aftur, har skaðin var størstur.

Soleiðis sær út í dag, nú arbeiðið at fáa økið aftur í rættlag er komið væl áleiðis, skrivar Tórshavnar kommuna: 

[object Object]
Mynd: Tórshavnar kommuna

- Nólsoyingar skulu sjálvandi hava ein nýggjan vøll, spurningurin er bara, hvussu skjótt tað letur seg gera at gera ein nýggjan vøll. Vit mugu lurta eftir fólki á staðnum, tí loysnin frá 2005 viðvíkjandi brimverjuni hevur ikki staðið royndina. Tá tað snýr seg um vøllin og bakkaverjuna, so er tað ein kommunal uppgáva.

Hetta segði Annika Olsen, borgarstjóri, fyri tveimum vikum síðani.

Les eisini: Nólsoyggin er við at fara í tvíningar - skulu finna eina haldgóða loysn
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder