
Nógvur kavi, vindur, jarðrok og hálka settu sín dám á samferðsluna, ið var nógv tarnað í gjár.
Tað var ikki koyrandi á ávísum stekkjum, og tískil varð neyðugt at steingja fleiri vegir og at koyra rekkjukoyring ymsastaðni.
Fleiri bygdir vóru avbyrgdar, Landsverk gavst at grava klokkan 19, og løgreglan frámælti allari óneyðugari koyring í gjárkvøldið. Støðan ávirkaði sjálvsagt eisini koyringina hjá Strandferðsluni, og í ymsum kommunum var busskoyringin støðgað, og frámælt var at koyra yvirhøvur.
Veðrið gjørdist betri út á kvøldið, og er framvegis hampuligt ella rímiliga gott í flestu støðum í landinum. Nógvir kavi liggur, men Landsverk hevur síðani klokkan fimm verið í gongd við at grava.
Landsverk boðar frá, at tað er hált er í støðum um alt landið, og heitir á bilførarar um at koyri varliga.
Umboð fyri Landsverk segði í útvarpstíðindunum fyri lítlari løtu síðani, at tað hevur gingið væl at grava í morgun, og at koyrandi er á øllum høvuðsleiðum á landsvegnum.
Tað er tó framvegis ikki koyrandi til nakrar bygdir. Sambært yvirlitinum, seinast dagført fyri hálvum tíma síðani, er talan um Saksun, Skæling, Tjørnuvíkar, Gásadals, Oyggjarvegnum, Elduvíkar, Skarvanes, Fámjin og til Syrðadals á Streymoynni.
Sí yvirlit yvir koyrilíkindi her
Óvist er nær koyrandi verður allastaðni, men arbeitt verður við hesum. Strandferðslan koyrir so at siga sum vanligt - tó verður enn ikki koyrt oman til Syðrugøtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald