Nú er aftur tíð at tekna seg til tónleikakappingina Sement, sum verður hildin í Reinsarínum í apríl.
Kappingin er opin fyri øll – uttan mun til aldur ella royndir. Einasta treytin er, at mann framførir egið tilfar, sum ikki er útgivið áður, skriva fyriskiparar.
– Hetta er ein einastandandi møguleiki at vísa tín tónleik fram, vinna fantastiskar vinningar og fáa nógv umtalu í miðlunum! Tú kann vinna peningaupphæddir, fáa møguleika at luttaka á G! Festivalinum, og ikki minst – luttøku á SPOT Festivalinum, sum er størsta showcase í Danmark.
– Sement hevur gjøgnum árini verið ein sólskinssøga fyri føroyska tónleikin. Fleiri 100 nýggj løg eru skrivaði. Og nógvir bólkar, ið hava gjørt vart við seg í kappingini, eru í dag millum fremstu nøvnini á føroyska pallinum. Millum annað Joe and The Shitboys, Marius DC, Dania O. Tausen, RSP, Tamara, Jasmin, Aggrasoppar, Ragnar Finsson, Hamferð og Gówa.
Freistin at melda seg til Sement 2025 er 23. mars. Tilmeldingin fer fram á www.torsgota.fo/sement.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald