Innanlands

Nú er Torraskráin klár

Torradagarnir í Klaksvík eru í næstu viku

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2019-02-13 10:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú Torravikan í Klaksvík byrjar í næstu viku, er skráin nú endaliga klár. Klaksvíkar kommuna skrivar, at nógv ymiskt spennandi er á skránni, bæði nútímans og afturlítandi.

Við Torradøgum ynskir Klaksvíkar kommuna seta sjóneykuna á mentanarliga virði innan sjóvinnu, sjólív og tað vinnulív í her annars hevur verið og er.

Klaksvík er fiskivinnuhøvuðsstaður, og við stórum og fjølbroyttum virksemi hevur hendan vinna skapt grundarlagið undir okkara nútímans vælferðarsamfelagi, har mentan er ein sjálvsagdur lutur – Ja, vinnan og mentan ganga lið við lið.

Í ár er Spinnaríið fyri ein stóran part karmur um tiltøkini á Torradøgunum, men eisini Miðhøllin á Skúlatrøð, Posthúskjallarin, Gamla Seglhúsið, Miðstovan og Spaniastova.

Sí skránna her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder