Innanlands

Nú eru nokk av undirskriftum til at stilla upp

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis hevur fingið nokk av undirskriftum, sigur flokkurin

2019-02-12 15:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv bendir á, at nýggjur flokkur verður at velja í millum, tá løgtingsval verður næstu ferð.

Framtakið fyri rættinum at velja kannabis boðar í dag frá, at tey hava fingið nokk av undirskriftum til at stilla upp til komandio løgtingsval, og fara hósdagin at handa Heilsu- og Innlendismálaráðnum tær.

Samstundis verður nýtt valevni, sum er kent frá sosialu miðlunum, avdúkað, sigur flokkurin.

Fremsta mál hjá ”Framtakið fyri rættinum at velja kannabis” er, at læknar skulu sleppa at útskriva medisinskt kannabis til sjúkar føroyingar.

- Nógvir føroyingar stríðast við sjúkir sum ADHD, PTSD, Migrenu, gikt, varandi pínu, sclerosu, krabbamein, Fibromyalgi, Morbus Crohn, epilepsi osv. Nógvir av hesum sjúklingum síggja ongan annan útveg enn at bróta lógina við at smugla kannabis og kannabisolju, sigur flokkurin.

- Tað eru fólk sum eru flutt úr Føroyum til Danmarkar fyri at fáa hjálp frá medisinskum kannabis. Vit eiga heldur at hjálpa hesum fólkum, heldur enn at straffa tey. Tað er eisini vónleyst at viðgera fólk við sálarligum trupulleikum sum eisini eru stigmaseraði, sigur flokkurin.

Fyrr í dag boðaði stigtakarin til hin nýggja flokkin, Føroyaflokkin, at hann á hesum sinni gevst við royndini at fáa neyðugu 800 undirskriftirnar.

Les eisini: Eingin Føroyaflokkur á hesum sinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder