2021-09-09 13:06

Í gjár vórðu 314 fólk koppsett fyri koronu. Harav fingu 97 fólk fyrra prikið, meðan 217 fólk fingu tað seinna.
178 fólk vórðu koppsett í Vágum, tá eitt koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum vitjaði á Skúlanum á Giljanesi, skrivar corona.fo.
- Nú hava 37.106 fólk fingið fyrru koppsetingina. 35.140 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett. Tilsamans 72.246 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald