2021-04-20 12:23

Í gjár varð aftur koppsett fyri koronu í Føroyum. 304 fólk vórðu koppsett, og av hesum fingu 23 fyrra prikið, meðan 281 fólk fingu seinna prikið.
Hetta merkir, at nú eru tilsamans 14.610 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 9.552 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 5.058 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett, skrivar corona.fo
Les eisini:
65 ár og eldri kunnu bóka tíð til koppseting
- Mann hevur alla grund til at vera bjartskygdur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald