Innanlands

Nú eru yvir 70.000 koppsetingar gjørdar í Føroyum

Í løtuni eru tað júst 2.600 fólk, ið hava fingið fyrru koppsetingina men ikki tí seinnu

36.355 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 33.755 fólk eru liðugt koppsett (Mynd: Sverri Egholm)

36.355 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 33.755 fólk eru liðugt koppsett (Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-24 11:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gongur spakuliga framá við at koppseta fyri koronu í Føroyum, men tað er framvegis ikki heilt nær við at vera floksórin gjøgnum koppsetingar, ið heilsumyndugleikar ynskja.

Eftir tær 158 koppsetingarnar í gjár, er talið av koppsetingum farið uppum 70.000 - tað er 70.110.

Hetta skrivar corona.fo

Av hesum eru 33.755 fólk, ið eru liðugt koppsett. 36.355 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og harvið eru tað júst 2.600 fólk, ið bíða eftir at verða liðugt koppsett.

Les eisini: Nú ber eisini til at støkka inn í Runavík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder