Innanlands

Nú eru yvir 75.000 koppsetingar gjørdar í Føroyum

170 vórðu koppsett fyri koronu í gjár - harav fingur nøkur heilt fá triðja prikið

2021-10-06 16:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, 5. oktober, vórðu 170 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum.

Heimasíðan corona.fo skrivar, at 86 fólk fingu fyrra prikið, 81 fingu nummar tvey, og trý fólk fingu triðja prikið.  

- Eitt koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum vitjaði í Vestmanna og Kvívík í gjárkvøldið, og 47 fólk stukku inn og lótu seg koppseta.

Nú hava 38.471 fólk fingið fyrru koppsetingina. 36.538 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og átta fólk hava fingið trý prik. Tað var fyri heilt stuttum, at farið var undir at koppsetta fólk í vandabólki fyri triðju ferð.

Tilsamans 75.017 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder