2018-06-21 07:38

TDC ætlar sær at vera teir fyrstu í Skandinavia at bjóða 5G internet, sum nú er klárt at royndarkoyra, skrivar TV2.
Møguleikarnir eru sera stórir við 5G, tí tað hevur so skjóta ferð, at tá mann trýstir á okkurt, fer tað í gongd beinanveg.
TDC upplýsir fyri TV2, at ferðin á 5G er 1,9 gigabit/sekund. Til samanberingar er ferðin á 3G trý megabit/sekund, og 4G 40 megabit/sekund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald