Broytingarnar hava við sær fleiri ymiskar átrokandi batar, sum fáa stóran týdning fyri borgarar, sum higartil eru dotnir niður ímillum ymsar vælferðarskipanir.
Sambært higartil galdandi lóg kann dagpeningur vegna sjúku í mesta lagi veitast í 40 vikur, svarandi til umleið 9 mánaðir. Tað er ikki óvanligt, at persónur t.d. við krabbameini er óarbeiðsførur í longri enn 9 mánaðir, og hevur tá onga inntøku havt, tá rætturin til sjúkradagpening er dottin burtur. Umframt heilsuligu avbjóðingarnar hevur sostatt verið talan um ein fíggjarligan smeit fyri sjúklingin.
Frameftir kann dagpeningur veitast í 52 vikur, umframt at dagpeningur í ávísum førum eisini verður veittur í longri enn 52 vikur.
Uppskotið inniheldur eisini aðrar broytingar, m.a. betri treytir hjá smærri vinnurekandi í dagpeningaskipanini, og at tey við útsettari pensjón fara at fáa rætt til dagpening í sambandi við sjúku.
Samfelagið og vælferðarskipanir eru mentar og broyttar, síðani dagpeningalógin kom í gildi, og tað hevur í eina tíð verið tørvur á at endurskoða 20 ára gomlu dagpeningalógina. Fyrsti partur av endurskoðanini er, sum nevnt samtyktur, og Sólvit E. Nolsø fer nú undir at fyrireika ymsar aðrar broytingar í dagpeningalógini.
Lógin, sum júst er samtykt, kemur í gildi 1. apríl 2022.
Almannamálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald