Árið hevur verið merkt av afturvendandi avbjóðingum um manglandi búpláss, tí tørvurin á búplássum er alsamt vaksandi. Serliga hava manglandi búpláss til borgarar við demenssjúkum fylt nógv. Stýrið í Nánd hevur tað fatan, at tað er neyðugt at víðka um talið á búplássum. Í 2016 vísti leiðslubólkurin á, at tørvurin fyri búplássum í 2020 vildi verða 67, og at tørvurin er alsamt vaksandi.
Tilsamans hevur Nánd nú 49 búpláss, harav 9 eru leigað frá Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi og VEKS.
- Vesturstova: 12 pláss
- Giljagarður: 10 pláss
- Gøtubrá: 18 pláss
- Leiga frá VEKS : 5 pláss
- Leiga frá Eysturoyar Røktar- og Ellisheim: 4 pláss
Við endan av 2018 vóru 7 fólk á bíðilista, ið eru visiterað at hava tørv á búplássi. Harumframt eru fleiri heimabúgvandi, ið javnan hava tørv á umlættingarplássi. Tørvurin er, sambært hagtølunum, alsamt vaksandi. Hendan avbjóðing leggur eisini størri trýst á heimarøkt og sjúkrarøkt.
Nánd fegnast um, at Eysturkommuna hevur ætlan um at byggja nýtt heim til borgarar við demens, og at stig er tikið til at fyrireika bygging av nýggjum heimi. Á býráðsfundi tann 30. apríl 2018 varð samtykt at seta ráðgevandi bólk, og bólkurin verður væntandi liðugur við sítt arbeiði á vári 2019, skrivar heimasíðan hjá Eysturkommunu.
Nýggj høli í Leirvík
Tann 24. apríl 2018 hevði Nánd móttøku í nýggju endurvenjingarhølunum í Leirvík. Nýggju hølini skapa karmar fyri, at eldri fólk kunnu fremja egið fyribyrgjandi átak, so tey kunnu hava eitt sunt og virkið lív.
Fólk í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, ið eru 67 ár og eldri, kunnu koma til endurvenjing og til sjálvsvenjing fyri at styrkja um egna heilsu. Í nýggju hølunum eru góð og nýggj venjingartól, ið eru tøk til venjing. Nýggju hølini eru harafturat karmur um heima- og sjúkrarøktartænastuna hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.
Serflutningsskipan
Nánd hevur keypt nýggjan buss. Umframt at koyra fólk til og frá dagtilhaldinum í Fuglafirði skal hann eisini koyra fyri nýggju serflutningsskipanina, nú kommunurnar hava tikið seg úr Serflutningstænastu Landsins. Tað vil siga, at nýggi bussurin eisini kemur at koyra fólk til og frá endurvenjing í Leirvík umframt aðra koyring.
Stýrið fyri Nánd hevur samtykt eina royndarreglugerð fyri nýggju serflutningskipanina í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, ið verður galdandi í eitt hálvt ár. Endamálið við skipanini er at veita flutning fyri rørslutarnaði fólk, ið eru so tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól.
Røktar- og heilsubreyt
Í hesum døgum, har arbeiðsmarknaðurin er rættuliga opin, hevur tað víst seg vera torført at fáa starvsfólk til eldraøkið. Tað er eitt ynski hjá Nánd at kveikja áhuga hjá ungum fólki fyri eldraøkinum, sum eina framtíðar arbeiðsleið. Tí vendi Nánd sær í juli 2018 til framhaldsskúlan í økinum og spurdi um at fáa samstarv við 10. flokk, so næmingar kundu fáa møguleika at royna seg innan eldraøkið.
Skúlin sá alt fyri eitt hugskotið sum ein góðan møguleika. Eftir nakað av samskifti millum Nánd og skúlan, er úrslitið tað, at næmingar, ið fara í 10. flokk í 2019, kunnu velja seg inn á eina Røktar- og heilsubreyt. Har fáa næmingar møguleika at royna seg á sambýli fyri eldri, á dagtilhaldi fyri minnisveik, innan endurvenjing og úti í privatum heimum.
Næmingar fáa møguleika at vera um og saman við eldri menniskjum, við eitt nú at ganga túr við teimum, hyggja eftir fótbólti saman, lesa, baka, spæla borðspøl og annað, sum kann skapa lívsgóðsku. Harafturat fáa næmingar frálæru í samskifti, rørslu, kosti, lívssøgu og umsorgan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald