Innanlands

Nú hvítna tindar fjøllum á

Vakra klára veðrið í morgun gav kava í hæddunum og hálkuávaringar á miðlunum

Egilsfjall í morgun (Mynd: Jens Kr. Vang)

Egilsfjall í morgun (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-23 08:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú hvítna tindar fjøllum á, og gulnar gras í dali,

hitt síðsta tjaldrið landi frá fleyg burt við túsundtali.

Vakri heystsálmurin hjá Robert Joensen í leysligari týðing frá Grundtvig passar væl til veðrið í morgun.

Klára veðrið hevði við sær, at hitamátarnir fullu niður móti frostmarkinum og á fjallatindunum norðanfyri sást frosturin aftur.

Eisini varð ávarað móti hálku á teimum ovast liggjandi vegateinunum í Eysturoynni, Vágum og Streymoynni tíðliga í morgun.

Myndamaðurin Jens Kristian Vang tók hesar hugtakandi myndirnar í Kvívík í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder