Innanlands

Nú kann atkvøðast til løgtingsvalið

Hóast løgtingsval enn ikki er útskrivað, ber nú til at greiða brævatkvøðu

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2019-06-24 11:38 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgmaður hevur enn ikki útskrivað løgtingsval. Løgtingsvalið skal verða í seinasta lagi 1. September, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur sagt at løgtingsval verður útskrivað á Ólavsøku og hildið 31. august.

Men ert tú ikki heima á valdegnum, ber til at greiða brævatkvøðu longu nú. Í §37 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið við seinni broytingum, stendur: "sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.”

Nakrar kommunur hava longu gjørt vart við hetta og boðað frá at nú ber til at greiða atkvøðu á kommunuskrivstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder