Hetta er ein stórur dagur fyri tey, sum bera brek í Føroyum. Ikki einans fyri meg – eg hugsi meira um tey, sum koma at manna løgtingið í framtíðini. Nú er tað ikki longur ein forðing at sita í koyristóli. Hetta er ein stórur dagur fyri fólkaræðið.
Soleiðis segði Kaj Leo Holm Johannessen, fyrrverandi løgmaður, tá hann sum hin fyrsti – alment – í dag royndi nýggju lyftina, sum er gjørt til landsins tignaðarligasta talarastól, røðarapall Løgtingsins.
Kaj Leo Holm Johannesen hevur í langa tíð havt farloyvi frá tinginum, tí hann varð raktur av sjúku, sum nú bindur hann til ein koyristól. Nú tingsalurin er vorðin innrættaður, so at fólk í koyristóli eisini kunnu røkja tingarbeiði, tekur Kaj Leo aftur sæti á tingi. Tað verður á fyrstkomandi tingfundi, sum verður hósdagin.
Bjørt Samuelsen, tingforkvinna vísir á, at hesin mekanikkurin, sum nú verður tikin í brúk, ikki er gjørdur til Kaj Leo – arbeiði varð sett í gongd áðrenn tað var greitt, at fyrrverandi løgmaður gjørdist bundin í koyristóli.
- Vit í formansskapinum settu okkum fyri beinanvegin, tá vit byrjaðu tingsetina, at tingsalurin skuldi liva upp til breksáttmálan. Men arbeiðið hevur drigið út, tí tað vísti seg, at hetta gjørdist eitt størri inntriv í løgtingsbygningin, enn vit høvdu roknað við. At tað so gjørdist fyrrverandi løgmaður, ið verður tann fyrsti, sum fær gleði av hesum, er bara gott, sigur Bjørt Samuelsen.
Røðarapallurin í tingsalinum er nú soleiðis innrættaður, at pallurin, ið traðkað verður upp á, tá talast skal, kann senkast niður í gólvhædd, og verður so lyftur upp, so at fólk, ið sita í koyristóli, kunnu halda røðu í somu hædd, sum standandi fólk.
Einasta broytingin, sum merkist av hesum í somáta er, at tað tekur eina løtu at fáa pallin niður og upp, so tingfólk skulu brynja seg við eitt sindur av tolni, tá tingfólk í koyristóli skulu upp og niður av røðarapallinum.
Skipanin er eisini gjørd soleiðis, at fólk í koyristóli eisini kunnu røkja forfólkaembætið, tí hesin pallur kann lyftast upp, so hann er í hædd við formansstólin eisini.
Stórur áhugi var millum fjølmiðlarnar, tá Kaj Leo vitjaði Løgtingið í dag fyri at royna nýggju skipanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald