Innanlands

Nú kann søkjast eftir menningarkvotum

Fiskimálaráðið vil hava umsóknirnar seinast í hesum mánaðinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-02-08 16:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fiskimálaráðið er nú klárt til at lýsa út menningarkvoturnar fyri 2019. Áhugað hava knappar tríggjar vikur at orða umsóknirnar, tí freistin at søkja er sett til hósdagin 28. februar, boðar Fiskimálaráðið frá í dag.

Í ár verða 11.711 tons av svartkjafti, 3.159 tons av makreli og 4.695 tons av norðhavssild býtt út sum menningarkvotur.

Hetta er munandi minni enn í fjør, tá kvoturnar vóru ávikavist 41.912, 8.749 og 7.510. Ein frágreiðing er, at fleiri av menningarloyvunum, sum vórðu latin í fjør, vóru galdandi fyri fleiri ár.

Tá tær fyrstu kenningarkvoturnar vórðu latnar um miðjan august í fjør, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, annars, at kvoturnar fyri 2019 skuldu avgreiðast longu um heystið, men hetta lyftið helt ikki.

Les: Í heyst verður aftur møguleiki at søkja menningarkvotur 

Í lýsingini nú verður einki sagt um, nær umsøkjarar av menningarkvotum kunnu rokna við svari.

Umsøkjararnir skulu lýsa menningina, sum kvotan er ætlað til, hvar í landinum menningin skal fara fram og hvørja virðisøking og menning annars kvotan kann geva.

Menningarkvoturnar verða latnar fyri eitt, tvey, trý ella fýra ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder