2025-12-01 17:47
Nú ber til hjá fíggjarliga sperdum barnafamiljum at søkja um jólahjálp frá Barnabata.
Latið varð upp fyri umsóknum í gjár, 30. november, og søkjast kann til og við 7. desember.
Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðuni barnabati.fo.
Hevur ein tørv á vegleiðing, ber til at ringja til Barnabata á telefon 610140 hvørt kvøld frá klokkan 19 til 21, skrivar Barnabati.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald