2018-12-28 07:22
Í dag ber til at keypa Posta, tí at lógin um at einskilja felagið er nú lýst og kemur í gildi í dag.
Lógin gevur landstýrismanninum í Vinnumálum heimild til at selja partapeningin í Posta, men treytin er, at P/F Postverk Føroya framhaldandi umsitur einkarætt landsins og skyldu landsins til postflutning sambært løgtingslóg um postvirksemi í minsta lagi í eitt 10 ára tíðarskeið galdandi frá yvirtøkudegnum, skrivar KVF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald