Innanlands

Nú kemur koyrikortið sum app

Hósdagin verður Skjáttan hjá Talgildu Føroyum tikin í nýtslu. Appin hýsir eitt nú talgildum koyrikorti

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-04-19 06:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hósdagin fer Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at taka appina "Skjáttan" alment í nýtslu. Appin sum er partur av Talgildu Føroyum hýsir talgildum koyrikorti.

Tað verður á tíðindafundi klokkan 10 hósmorgunin, at Ruth Vang, landsstýriskvinna, Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, og Andras Robertsson Marr, stjóri á Aktovuni, at greiða frá arbeiðinum at menna Skjáttuna.

Skjáttan er eitt nýbrot í føroyskari talgilding. Appin hýsir talgildum koyrikorti og einum samleikakorti, sum kann brúkast til nógv endamál. Sum frálíður fer Skjáttan at hava enn fleiri hentleikar. Til dømis kunnu flestu prógv og loyvi frá almennum myndugleikum, stovnum og kommunum gerast partur av appini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder