Innanlands

Nú koma krónur við Fríðriki kongi á

Í fyrstu atløgu er talan um serligan trónuskiftimynt

2024-09-24 12:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú verður tað skjótt, at Fríðrikur kongur X eisini kann síggjast á gjaldoyranum.

Danski tjóðbankin boðar frá, at hann í november sendir út ein serligan mynt, ið verður gjørd í samband við trónuskiftið frá Margretu II drotning til Fríðrik X kong.

Mynturin er í dag almannakunngjørdur í sambandi við, at hann eisini varð handaður kongi. Talan er um eina serútgávu, ein sokallaðan trónuskiftimynt – ein 20-króna í er framleidd í einari millión eintøkum, og verður send út í vanliga umferð umvegis bankar og handlar í november.

Í Danmark er siður at sláa serliga myntur í sambandi við trónuskifti, skrivar tjóðbankin í tíðindaskrivi í dag.

Henda 20 krónan fylgir vanligum siði í sambandi við trónuskifti. Øðrumegin er ein mynd at Fríðriki X kongi í profil, sum vendur til høgru. Hinumegin er mynd av Margretu II drotning í profil, eisini til høgru. Eva Hjort myndahøggari hevur tilevnað myndirnar. Mynturin er sniðgivin av Jeanette Skov Jensen, sum er sniðgávustjóri hjá tjóðbankanum.

Møguligt er at bíleggja myntir longu nú, skrivar tjóðbankin, sum eisini upplýsir, at vanligu myntirnir við nýggja konginum á ikki skulu væntast fyrr enn einaferð í seinnu hálvu av 2025. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder