2019-05-03 18:33
Í vikuskiftinum koma nýggju vøggustovurnar, sum skulu setast upp við Lítlafløtt, til Strendur. Nýggju vøggustovurnar eru gjørdar av Scandibyg í Danmark og verða fraktaðar heim í vikuskiftinum í 9 liðugtgjørdum modulum.
Hesi modul verða sunnukvøldið sett á niðaru síðu á Fløtuvegnum, frá niðankoyringini til Undir Torvbrekku og suðureftir ímóti barnagarðinum (sí mynd omanfyri).
Ferðslan á hesum vegastrekki kemur tí at verða tarnað nakað, frá sunnukvøldinum til týsdagin, tá moduluni verða sett á økið við Lítlafløtt, skrivar Sjóvar kommuna.
Bilførarar verða tí á hesum vegastrekki bidnir um at vera ansnir í ferðsluni hetta tíðarskeiðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald