Innanlands

Nú kunnu føroyingar koma í starvsvenjing í NAMMCO

NAMMCO er eitt samstarv um vernd, umsiting og gransking av havsúgdjórum í Norður Atlantshavinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-07 11:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyingar hava møguleika at søkja um at koma í starvsvenjing í NAMMCO.

NAMMCO er eitt samstarv um vernd, umsiting og gransking av havsúgdjórum í Norður Atlantshavinum. NAMMCO veitir limalondunum ráðgeving um umsiting og burðardygga veiðu av havsúgdjórum, herímillum grindahval. Limalondini í NAMMCO eru Føroyar, Grønland, Noregi og Ísland.

NAMMCO hevur eina skipan fyri starvsvenjing fyri lesandi og nýútbúgvin. Starvsstaður er høvuðsskrivstovan hjá NAMMCO í Tromsø. Starvstíðin er millum 3 og 9 mánaðir.

Í starvsvenjingini luttekur tann starvslesandi í dagliga virkseminum hjá NAMMCO og fær royndir í at arbeiða í einum millumtjóðafelagsskapi. Undir starvsvenjingini kemur tann starvslesandi eisini at arbeiða við verkætlanum innan sítt lestraøkið, undir vegleiðaring frá starvsfólkum á høvuðsskrivstovuni, skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Undir starvsvenjingini veitir NAMMCO eina samsýning á 8000 norskar krónur um mánaðin. Harumframt endurrindar NAMMCO ferðaútreiðslur til og frá starvstaðnum. 

Umsóknarfreistin er 31. mai 2019.

Meira fæst at vita um starvsvenjingina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder