Innanlands

Nú man fara at eydnast

Stigtakararnir til Framtakið fyri rættinum at velja kannabis handaðu í dag myndugleikunum 820 undirskriftir. Teir verða helst at síggja á atkvøðuseðlinum til valið

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-02-14 15:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

"Framtakið fyri rættinum at velja kannabis", sum ætlar at stilla upp til løgtingsvalið næstu ferð tað verður val, handaði í dag Heilsu- og innlendismálaráðnum 820 undirskriftir.

800 góðkendar undirskriftir skulu til, so nú man fara at eydnast hjá stigtakarunum Halli Hjalgrímson Djurhuus og Arnfinn á Birtuni.

[object Object]Hjalmar Zachariassen, nýtt valevni fyri kannabisflokkin (Mynd: Sverri Egholm)

Teir avdúkaðu eisini nýtt valevni fyri flokkin. Hjalmar Zachariasen, sum annars hevði ætlanir at stilla upp við Føroyaflokkinum verður eitt av valevnunum fyri Framtakið fyri rættinum at velja kannabis.

Sjálvur flokkurin hevur ikki nakra meining um annað enn at fólk við sjúku sleppa at nýta kannabis, og við tíðini at legalisera og avkriminaliserað kannabis.

Bústaðartrot, loysing ella samband og onnur mál kunnu valevnini sjálvi hava eina meining um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder