Innanlands

Nú nærkast einari loysn í trætuni um yvirtíð fyri eldsløkking

Træta er millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið um yvirtíðina hjá manningini á Tjaldrinum tá eldur var í Varðanum Pelagic

2019-03-19 13:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú nærkast einum úrskurði í trætuni millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið um yvirtíðina hjá manningini hjá Tjaldrinum. Trætan handlar um yvirtíðina hjá manningini, tá Tjaldrið fór á Tvøroyrar at hjálpa til at basa eldinum sum herjaði í Varðanum Pelagic tann 9. juni 2017.

Kringvarpið skrivar, at Starvsmannafelagið skal viðurkenna, at limir felagsins á Tjaldrinum ikki fingu yvirtíðarløn frá klokkan 12.00 fríggjadagin 9. juni til 10. juni kl. 18:00. Men hetta vil Fíggjarmálaráðið ikki viðurkenna.

Úrskurðarfundur verður í Fasta gerðarrættinum í morgin klokkan níggju. Fundurin er almennur og verður í skúlastovuni hjá ALS á Tinghúsvegnum í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder