Skal bygdin eita Skálafjørður ella Skálabotnur ?
Fólkaatkvøða verður hildin í skúlanum í Skálabotni á Grækarismessu – hin 12. mars 2019 og valhølið er opið frá kl. 10 til kl. 20 ella so leingi veljarar eru í valhølunum eftir hetta.
Rætt at taka lut í atkvøðuni hava øll, staðsett í bygdini, sum valdagin lúka treytirnar um valrætt til býráðsval sambært § 1 í kommunuvallógini og eru á vallista til býráðsval. Á atkvøðuseðlinum eru bert tvinnir møguleikar og bara annar skal veljast, annaðhvørt Skálafjørður ella Skálabotnur, skrivar Runavíkar kommuna.
Valkort
Valkort eru send veljarunum í Skálabotni.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni frá í seinasta lagi 11. mars 2019.
Brævatkvøður
Veljarar í Skálabotni, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini frá 20. januar til og við 11. mars 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald