2019-02-07 22:40
Mighty Ships var fyri meira enn einum ári síðani á vitjan umborð á Norrønu, og parturin varð sendur í kanadisku útgávuni av Discovery í desember 2017.
Í kvøld var sendingin um Norrønu, har vit fylgja fólki á brúnni, dekkinum og teimum sum gera reint á kømørunum, víst á donsku útgávuni av sjónvarpsrásini, og er nú eisini tøk á netinum.
Discovery lýsir leiðina hjá Norrønu millum Føroyar, Ísland og Danmark, sum eina av heimsins longstu og torførastu.
Brot úr sendingini, sum vit eisini vístu í desember 2017, tá vit skrivaðu um sendingina fyrstu ferð, sæst omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald