Gjáramorgun var sáttmáli millum Tórshavnar kommunu, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands undirskrivaður. Sáttmálin inniber eina samstarvsavtalu millum teir tríggjar partarnar um at fáa fleiri vinnuferðavinnutiltøk til Føroya og til Tórshavnar kommunu í samstarvi við vinnuna.
Í sáttmálanum stendur millum annað, at Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands í seinasta lagi í apríl 2019 skulu hava fingið samstarvið um vinnuferðavinnu skipað. Málið er at økja munandi um tiltøk innan vinnuferðavinnu í kommununi langskygt. Í 2019 skal ein ætlan gerast við málum og lutmálum fram til 2025. Miðað verður eftir, at 15 vinnuferðavinnutiltøk verða sett á skrá í 2019, 20 í 2020 og 25 í 2021.
Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn seta hvør sítt fólk av til at arbeiða burturav við vinnuferðavinnu, og Tórshavnar kommuna umsitur stuðulsjáttanir og móttøkur í sambandi við vinnuferðavinnulig tiltøk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald