Landsstýrismaðurin, Heðin Mortensen, hevur í dag havt fund við Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavík.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sigur: ”Vit hava í dag gjørt semju um, at Fjørðuvegurin í Runavík nú skal fremjast. Hetta er positivt, tí nú kemur gongd á. Ferðslan á landsvegnum á Glyvrum og Lambareiði verður nakað tyngri”.
Tá Eysturoyartunnulin letur upp, verður pendlaraferðsla til Eysturoyartunnilin, tvs. úteftir heldur enn inneftir fjørðinum.
Fjørðuvegurin hevur verið ávegis í fleiri ár. Kommunan hevur bygt nakað av vegnum fram við fjørðuni, so hvørt tørvur og játtan hevur verið til tað. Í 2019 játtar landið 4 mió. kr. til at projekterað Fjørðuvegin, og alt er tikið við í verklagslógina. Nakað av tungari ferðslu verður á Fjørðuvegnum.
Lastbilaferðslan er í dag 7% á Gøtueiði og 5% á Lambareiði. Um vit siga, at hon verður 7% eftir Fjørðuvegnum, er talan um umleið 500 lastbilar um dagin, ella 250 lastbilar í hvønn rætning.
Inni í Runavíkini, og við Skúlan við Løkin veksur ferðslan. Tó ber til at gera trygdartiltøk ella smáar umleggingar, so skúlabørnini fáa eina trygga farleið.
Uppskotið til verklagslóg verður lagt fyri Løgtingið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald